Í dag doyðu í minsta lagi 48 fólk, tá ein yvirfyltur bussur koyrdi útav á einum fjallavegi og datt niður í eina gjógv í Norðurindia.
Bussurin datt einar 213 metrar niður, skrivar DR.
Umframt at 48 fólk eru deyð, vórðu eisini nógv særd og koyrd á sjúkrahús, og sambært indisku løgregluni eru í minsta lagi sjey fólk sera illa særd.
Tilsamans 60 fólk vóru í bussinum, ið bert hevði 28 setur.
Enn er ikki greitt, hví bussurin koyrdi útav, men løgreglan heldur, at tað vánaliga veðrið kann vera orsøkin, tí tað hevur regnað á økinum í allan dag.
India er tað landið í heiminum, har tað er mest vandamikið at koyra bil. Hvørt ár doyggja 110.000 fólk á vegunum í India. Vánalig koyring, vánaligar vegir og ov gomul akfør eru orsøkin til tær flestu ferðsluvanlukkurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald