Í Indonesia hevur tað regnað av grimd seinastu dagarnar, og nógva regnið hevur elvt til stormflóð.
Í Papua-landspartinum hava í minsta lagi 50 fólk latið lív, og uml. 20 fólk eru komin álvarsliga til skaða, skrivar DR. Men væntað verður, at veruliga deyðstalið er nógv hægri.
Fleiri enn 120 fólk sigast at hava leitað sær skjól í almennum bygningum, eftir at heim teirra varð rakt av stormflóðinum.
Vegirnir eru undir í runu og vrakpettum, og fleiri bygningar hava fingið skaða.
Í minsta lagi níggju hús, tvær brýr og eitt minni flogfar á størsta flogvøllinum í landspartinum hava fingið skaða.
Jarðskjálvtar, flóðaldur og vatnflóð krevja á hvørjum ári nógv mannalív í Indonesia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald