placeholder
Innanlands

Ingeborg Vinther og Súni Selfoss røða 1. mai í Vestmanna

Sunnudgin verður skipað fyri 1. Mai-haldi á Reyða Torginum. Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin

2022-04-26 17:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin klokkan 16 verður 1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna. Røðarar verða Ingeborg Vinther, fyrverandi forkvinna Føroya Arbeiðarafelags, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags. Ljóðtøkni orðnar Pauli Magnussen, leiðari á Staðnum.

Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.


[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder