Mentan

Inger Smærup Sørensen við nýggjari skaldsøgu á Bókadøgunum

Norðurlandahúsið er karmur um bókadagarnar um vikuskiftið.

(Mynd: Sara Galbiati)

(Mynd: Sara Galbiati)

2026-11-11 18:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rithøvundurin, Inger Smærup Sørensen, vitjar Bókadagar við ‘fru s’, sum er um eina konu í ellisárum. Hon fer at tosa um bókina við danska bókmentakritikaran Lars Bukdahl leygardagin, 14. november klokkan 18 í Norðurlandahúsinum.

Í bókini ‘fru s’ hitta vit eina konu, sum hevur fyrireikað sín aldurdóm niður í smálutir. Úr íbúð síni eygleiðir hon lívið uttanfyri, meðan hon hugsar um ungdóm, móðirskap, kærleika og skomm – eisini um hækkandi vatnstøðuna.

Skaldsøgan reikar millum endurminningar og hvussu konan sær heimin kring seg. Hon snýr seg um lívsroyndir, ið mynda menniskju, um móðirskap, um vald og um at vera komin at gravarbakka.

Hetta er onnur skaldsøgan hjá Inger Smærup Sørensen, og hevur hon eins og tann fyrra fingið sera góð ummæli – m.a. frá danska bókmentakritikaranum Lars Bukdahl, sum í Weekendavisen sigur ‘fru s’ vera bæði sera stuttliga, løgna, rørandi og irriterandi. Á Bókadøgum hittast rithøvundurin og kritikarin at samrøða um skaldsøguna.

Inger Smærup Sørensen vitjaði eisini Bókadagar í 2024, tá hon legði fyrstu skaldsøgu sína, ‘Dødsbo’, fram. Fyri ‘Dødsbo’ fekk hon Debutantvirðisløn Munch-Christensens og var hon eisini tilnevnd til Debutantvirðislønina hjá Bogforum.

Samrøðan verður leygardagin, 14. november klokkan 18 í Norðurlandahúsinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder