Danski ríkisrætturin hevur í dag dømt fyrrverandi donsku ráðkvinnuna við útlendinga- og integrasjónsmálum 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing.
Hetta fyri at skilja pør sundur, sum søktu friðskjól í Danmark.
Dómurin fall næstan fimm ár eftir at táverandi ráðkvinnan fyri fyri Vinstraflokkin gjørdi av at støðga sokallaðum barnabrúðrum í donskum asyllegum
Ríkisrætturin staðfestir nú, at Inger Støjberg átók sær revsiábyrgd við at krevja at hesi pør – uttan undantak – skuldu skiljast frá hvørjum øðrum og flytast í hvør sína legu, uttan et hetta varð orða sum fráboðan til Útlendingastýrið.
Í Ríkisrættinum vóru 26 dómarar, harav bert tann eini metti Støjberg vera óseka.
13 av teimum 26 eru hægstarættardómarar, meðan 13 eru leikdómarar, útnevndir av flokkunum á Fólkatingi, men ikki fólkatingslimir.
Hetta er bert sættu ferð, at ríkisrætturin hevur dømt í einum ríkisrættarmáli.
Inger Støjberg er ikki longur limur í Vinstraflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald