Uttanlands

Inger Støjberg er næstformaður í Venstre

Inger Støjberg fekk 577 atkvøður, meðan Ellen Trane Nørby fekk 206

Inger Støjberg á eykalandsfundinum hjá Venstre í dag (Mynd: DR)

Inger Støjberg á eykalandsfundinum hjá Venstre í dag (Mynd: DR)

2019-09-21 11:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Inger Støjberg er nýggjur næstformaður í Venstre. Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani, eftir at atkvøðurnar hjá floksklimunum vórðu taldar.

Tað vórðu tær báðar, Inger Støjberg og Ellen Trane Nørby, sum stillaðu upp til næstformann, og ein greiður meiriluti valdi Inger Støjberg.

Inger Støjberg fekk 577 atkvøður, meðan Ellen Trane Nørby fekk 206.

Eykalandsfundur hjá Venstre hevur verið í Herning í morgun, har Jakob Ellemann-Jensen eisini varð útnevndur til formann.

Inger Støjberg hevur verið á fólkatingi fyri Venstre síðan 2001.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder