2021-02-02 17:10

Fólkatingið hevur í dag við stórum meiriluta samtykt at fyrrverandi danski ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum, Inger Støjberg, skal fyri ríkisrætt.
139 atkvøddu fyri og 30 ímóti.
Málið verður nú latið formanninum í ríkisrættinum, Thomas Rørdam, skrivar dr.dk.
Hetta er sættu ferð í søguni, at ríkisrættarmál verður tikið upp, og bara aðru ferð seinastu 100 árini.
Málið um Inger Støjberg snýr seg um, at hon skal hava givið boð um at skilja pør, sum hava biðið um friðskjól í Danmark, sundur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald