2021-09-02 07:54
Í dag byrjar eitt av mest umrøddu rættarmálum í Danmark, nevniliga ríkisrættarmálið móti fyrrverandi ráðkvinnuni, Inger Støjberg.
Fyrrverandi ráðkvinna í integrasjónsmálum og fólkatingslimur fyri Venstre er ákærd fyri at hava ábyrgdina av einum ólógligum boðum um skilja ung hjún, sum søkja uppihaldsloyvi, at uttan at nøkur meting er gjørd av hvørjum einstøkum pari frammanundan.
Tað fyrsta, sum hendir er, at ákæruvaldið fær orðið fyri at leggja málið fram og vísa á skrivlig prógv. Avhoyring av Inger Støjberg verður ikki fyrr enn 13. september.
Danmarks Radio hevur gjørt eina gjøgnumgongd av málinum fyri at skilja tað nærri. Hon kann síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald