Síðst í mars mánað boðaði fyrrverandi danski ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum, Inger Støjberg frá, at hon var farin at sita dómin á 60 dagar, sum hon fekk í rískirættinum í desember.
Inger Støjberg slapp undan at fara í fongsul og hevur í staðin sitið við fótleinkju heima, men fríggjadagin slapp hon úr fótleinkjuni aftur, skrivar Ritzau.
– Fyri at siga sum er, so hevði eg tørv á líka at kunna vera saman við nøkrum fólkum, sum eg gjarna vildi vera saman við, og kunna gera, hvat eg hevði hug til, so eg valdi at halda tað eitt sindur loyniligt, sigur hon við Radio4.
Tað var 13. desember í fjør, at fyrrverandi ráðharrin fekk fongsulsrevsing fyri at hava givið ólóglig boð um at skilja at nøkur hjún í donskum flóttalegum.
Inger Støjberg hevur verið næstforkvinna í danska vinstraflokkinum, og á seinasta fólkatingsvali var hon eisini tann úr flokkinum, sum fekk næstflestar atkvøður. Men í februar 2021 fór hon úr flokkinum og gjørdist uttanflokkafólk í fólkatinginum. Men stutt eftir, at dómurin í ríkisrættarmálinum var sagdur, varð hon koyrd úr fólkatinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald