
Fyrrverandi danski ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum, Inger Støjberg, situr nú dómin, sum hon fekk í Ríkisrættinum í desember. Tað boðar hon frá í dag.
Hon fekk 60 dagar fongsul, ein dóm, sum hon fer at sita við fótleinkju.
– Eg má siga sum er, at bíðitíðin hevur verið drúgv, og var eg tí glað fyri, at løgmálaráðharrin endiliga fann málið fram í bunkanum. Nú eri eg í gongd, og tað fegnist eg um, sigur hon sambært Ritzau.
Hon leggur afturat, at hon góðtekur dómin og situr hann nú við fótleinkju, so hon kann passa arbeiði sítt.
Inger Støjberg varð dømd fyri at hava givið ólóglig boð um at skilja at nøkur hjún í donskum flóttalegum.
Umframt dómin fekk málið aðrar avleiðingar fyri Inger Støjberg.
Í desember varð hon blakað úr fólkatinginum, og áðrenn hetta hevði hon eisini lagt frá sær sum næstforkvinna í Vinstra eftir umbøn frá formanninum, Jakob Ellemann-Jensen, og síðani fór hon úr flokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald