Uttanlands

Inger Støjberg stovnar nýggjan flokk

Nýggi flokkurin skal eita Danmarksdemokraterne, sigur fyrrverandi næstforkvinnan í Vinstra

Inger Støjberg boðar í dag frá, at hon stovnar nýggjan politiskan flokk, sum skal eita Danmarksdemokraterne (Mynd: EPA)

Inger Støjberg boðar í dag frá, at hon stovnar nýggjan politiskan flokk, sum skal eita Danmarksdemokraterne (Mynd: EPA)

2022-06-23 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Danmark hava leysasøgur gingið um, at Inger Støjberg, fyrrverandi danski ráðharrin í integratiónsmálum og fyrrverandi næstforkvinnan í Vinstra fór at stovna nýggjan flokk, og í dag váttar hon tað.

Í samrøðu við Skive Folkeblad, sum DR endurgevur, sigur Støjberg, at hon fer at stovna nýggjan politiskan flokk, sum fer at eita Danmarksdemokraterne.

Hon sigur, at mann skal savna seg meira um Danmark – uttan fyri høvuðsstaðarøkið.

– Borgarligt gerandisvit verður nýggi snúningsdepilin fyri nýggja flokkin, sigur Støjberg, sum leggur afturat, at flokkur hennara ikki er ein mótmælisflokkur.

– Tvørturímóti. Verða vit vald á fólkating, fara vit at taka lut í samráðingum og semjum.

Í desember í fjør fekk Inger Støjberg 60 daga fongsulsrevsing í ríkisrættinum fyri at hava givið ólóglig boð um at skilja at nøkur hjún í donskum flóttalegum, og revsingina slapp hon at sita við fótleinkju í vár.

Inger Støjberg meldaði seg úr Vinstra í februar 2021, og var hon uttanflokkatingfólk fram til desember, tá hon varð tveitt úr fólkatinginum, stutt eftir, at dómurin í ríkisrættarmálinum varð sagdur.

Støjberg sigur, at um hon skal aftur á Christiansborg, skal hon vera til reiðar til og før fyri at samráðast við tey, sum sendu hana í ríkisrættin og úr fólkatinginum.

Nú fer nýggi flokkurin í holt við at savna tær uml. 20.000 undirskriftirnar, sum krevst, fyri at flokkurin skal kunna stilla upp á næsta fólkatingsvali, sum skal vera í seinasta lagi 4. juni næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder