Í síðstu viku varð Inger Støjberg dømd til 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing í Ríkisrættinum. Orsøkin var, at hon fyri fimm árum síðani, tá hon var úlendinga- og integratiónsmálráðharri, gav boð um at skilja at nøkur hjún í donskum flóttalegum (miðstøðum har fólk, ið søkja friðskjól, eru), har tann eini parturin - í øllum førum kvinnurnar - var ómyndigur.
Barnabrúðrar eru tær nevndar, men boðini hjá Støjberg um at skilja tey at, vóru á ymsan hátt ólólig. Hetta var staðfest í Ríkisrættinum. Politikkarin hevur allatíðina hildið fast um, at hon er ósek, og at tað hon gjørdi skuldi gerast, tá tað var greitt, at fleri gentur (ómyndugar) vóru giftar í Danmark.
- Eg vil heldur verða atkvødd út av mínum starvsfeløgum í Fólkatinginum, tí eg havi roynt at vart nakrar gentur, enn eg vil verða vald frá av danska fólkinum, tí eg havi vent tað blinda eyga til. Eg taki revsingina til eftirtaktar, men ikki við boygdum nakka - mítt lív fer víðari.
Støjberg veittrar farvæl, eftir at úrslitið av atkvøðugreiðsluni er greitt. Hon tykist tó ikki at ætla at gevast í politikki
Soleiðis segði 48-ára gamla Inger Støjberg eftir, at hon í dag varð atkvødd úr Fólkatinginum við stórum meiriluta: 98 av teimum 116, ið atkvøddu, mettu, at hon ikki er verdig at vera í Fólkatinginum, orsakað av dóminum í Ríkisrættinum í síðstu viku.
Støjberg viðurkennur, at mistøk eru gjørd, men heldur fast um, at einki ólóligt er gjørt eftir hennara boðum, og nógv bendir á, at hon kann verða politiskt virkin aftur, tá hon hevur sitið inni í tveir mánaðir:
- Tá eg havi sitið mín dóm, so kann eg koma aftur - tað kundi verið her til Christiansborg. Tit skulu ikki rokna við, at tað síðsta eg sagt frá mínari síðu.
Óvist er, nær dómurin skal sitast. Tað hevur verið gitt, at Inger Støjberg fer í danska fólkaflokkin ella "Nye Borgerlige", ið sum heild hava stuðla henni í málinum. Sambært Fólkatingsformanninum er tað helst eingin trupulleiki hjá Støjberg at koma inn í Fólkatingið aftur, um hon verður vald til næsta val.
Tað er fyrstu ferð í 31 ár, at nakar er atkvøddur úr Fólkatinginum. Inger Støjberg varð fyrstu ferð vald í 2001.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald