
Akademikarafelag Føroya hevur sett Ingibjørg Berg í starv sum aðalskrivari í felagnum. Aðalskrivarin kemur m.a. at taka sær av ráðgeving til limir felagsins og vera við til at menna AKF sum felag.
Ingibjørg Berg er fødd í 1964 og útbúgvin stjórnmálafrøðingur. Hon hevur drúgvar royndir í politiskari fyrisiting og frá álitisstørvum. Ingibjørg var kommunustjóri hjá Tórshavnar kommunu 2009-2016. Síðani 2016 hevur hon havt egið virkið, ið veitir ráðgeving innan leiðslu, strategi og starvsfólkaviðurskifti.
Hon tekur við starvinum sum aðalskrivari 1. februar.
Aðalskrivarastarvið í AKF er eitt nýtt starv. Starvið er eitt parttíðarstarv. 15 umsøkjarar vóru til starvið.
Akademikarafelag Føroya (AKF) er yvirskipað samstarvsfelag fyri fakfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Limafeløgini í AKF eru Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Arkitektafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar. AKF varð stovnað í 2008 og umboðar áleið 550 limir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald