Innanlands

Ingilín Strøm heldur flaggdagsrøðuna í Kvívík

Haldið byrjar klokkan 15. Vestmanna hornorkestur spælir, og aftaná skipa skótarnir fyri kondibingo og tombola

Løgtingskvinnan heldur røðu (Mynd: Sverri Egholm)

Løgtingskvinnan heldur røðu (Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-22 15:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár fara KFUM skótarnir í Kvívík, at skipa fyri almennum flaggdagshaldi í Kvívík.

Flaggdagshaldið verður í Kvívíkar skúla, mánadagin 25. apríl klokkan 15.

Røðari verður Ingilín Strøm, løgtingskvinna. Vestmanna hornorkestur spælir.

Aftaná verður kondibingo og tombola í skótagaraguni, og kaffi og vaflur verða til keyps inni í skótahúsinum.

Kvívíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder