Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út nýggja upprunaføroyska ungdómsbók eftir Ingun Christensen – "Sólgrátur". Í hesum sambandi verður útgávutiltak í Reinsarínum í Havn.
Bókadeildin bjóðar vælkomin, Eyð Matras hevur samrøðu við Ingun Christensen, og Ragnar Finsson spælir nøkur løg.
Tiltakið verður týskvøldið klokkan 20.
Bókadeildin skrivar soleiðis um bókina:
Aud er 15 ár og ættleidd. Hon heldur, at lívið er strævið. Í skúlanum rópa tey ymiskt eftir henni. Eisini er Aud kedd um mammuna, sum ofta liggur í songini. Hon kennir seg einsamalla og ger sær nógvar tankar um Kolumbia, haðani hon er ættleidd. Støðan verður ikki betri, tá ið hon byrjar at fáa ólekkur boð inn á telefonina frá ókendum nummari. Við eitt verður alt bara enn truplari enn frammanundan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald