Innanlands

Video: Ingunn Eiriksdóttir er ársins leiðari innan tað privata

Stjórin í Betri Trygging bleiv fyri løtu síðan kosin ársins leiðara á Leiðaradegnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-26 17:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ingunn Eirksdóttir, stjóri í Betri Trygging, er ársins leiðari innan tað privata.

Tað varð avdúkað á Leiðaradegnum seinnapartin.

[object Object]

Um Ingunn Eiriksdóttir verður millum annað sagt:

Ingunn Eiriksdóttir hevur ment Betri Tryggin til eina meira modernaða, framfýsna, og nýhugsandi fyritøku. Hon vísir tíðarhóskandi leiðslu við at inndraga starvsfólkið í strategimenning og menning av nýggjum tænastum. Starvsfólknøgdsemi og kundanøgdsemi eru støðugt økt. Hon er vird í amenna rúminum og vísir starvsfólkum virðing. Eitt nú við fakligari menning og sosialum tiltøkum. Hon er ein sterkur og dugnaligur leiðari, sum hevur torað at hugrt eftir veikleikum í felagnum og styrkt teir fyri at venda gongdini.

Úrslitni farnu árini prógva sera góða fíggjarliga stýring samstundis sum tryggingar og tænastur eru støðugt ment.

Tey trý tilnevndu innan tað privata vóru Ingunn Eiriksdóttir, stjóri, Betri Trygging, John Eli Olsen, stjóri, El-service og Ósbjørn Jacobsen, Henning Larsen.

Les eisini: Hákun Djurhuus er ársins almenni leiðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder