Jólini í ár verða ikki sum tey plaga at vera. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á tíðindafundi í Kringvarpinum seinnapartin.
Orsakað av korona, kunnu fólk ikki fara til jólagudstænastu hjá fólkakirkjuni 24. og 25. desember. Í staðin verða gudstænastur stroymdar og vístar í sjónvarpinum, og landsstýrið mælir privatar samkomur til at gera tað sama.
Komandi tíðina sleppa áskoðarar heldur ikki at koma til innanduraítróttakappingar, hvørki hjá vaksnum ella børnum. Hetta er galdandi til 3. januar.
Eisini heitir landsstýrið á matstovur og skeinkistøð um at lata aftur klokkan 22, og um ikki at skipa fyri stórum tiltøkum um dagin. Hetta verður galdandi frá hósdegnum 17. desember til 12. januar.
– Í Føroyum er eingin deyður, fá eru innløgd, og vit eiga at halda fast í góðu gongdini, segði løgmaður, sum legði afturat, at hann vónaði, at hetta var seinastu ferð, hann fór at standa Í Kringvarpinum og boða frá nýggjum tilmælum.
Á seinasta tíðindafundi í november varð boðað frá, at tey arbeiddu við einari koppsetingarætlan, til tá eitt koppinagrevni verður tøkt á okkara leiðum, og í dag varð boðað frá, at tann ætlanin verður løgd fram í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald