Innanlands

Innbrot á Tjaldurs Apotek

Ein maður varð handtikin í gjárkvøldið, upplýsir løgreglan.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-14 09:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið varð boðað frá innbroti á Tjaldurs Apotek í Havn.

Tað var klokkan 22.20 í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um innbrotið.

Løgreglan fór á staðið og handtók ein mann, sum var komin innum fyrstu hurðina men ikki var sloppin víðari.

Hann varð handtikin, og hann er framvegis á løgreglustøðini, tí hann er ikki avhoyrdur enn, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Maðurin verður avhoyrdur, skuldsettur og leyslatin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder