Innanlands

Innbrot á tveimum matstovum í Havn

Tvey fólk eru handtikin og skuldsett fyri at hava stolið rúsdrekka og fleiri túsund krónur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-02 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár varð boðað frá tveimum innbrotum á matstovum í miðbýnum í Havn - Haps á Tinghúsvegnum, og Etika á Áarvegnum.

Innbrotsfólkini høvdu stolið rúsdrekka og pening úr kassanum. Talan var um fleiri túsund krónur.

Innbrotini eru farin fram tíðliga leygarmorgunin. Vakmyndatól vóru á staðnum, og løgreglan fekk illgruna til tveir persónar, sum vórðu handtiknir og skuldsettir seinnapartin í gjár. Tann eini persónurin hevur játtað seg sekan.

Persónarnir vóru ávirkaðir av rúsdrekka, og eru teir framvegis á løgreglustøðini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at meginparturin av tí, sum varð stolið, er komið afturíaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder