Innanlands

Innbrot á Zarepta

Brotsmenninir hava brotið ein rút og stolið okkurt frystigóðs, sigur løgreglan, sum hevur upptøkur frá vakmyndatóli at ganga eftir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-26 09:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan hálvgum níggju í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði brotið seg inn á Zarepta í Vatnsoyrum.

Brotmsmenninir høvdu brotið ein rút í bygninginum, og tað, sum var tikið er mest sannlíkt frystigóðs, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Vaktleiðarin veit ikki at siga, nær innbrotið er hent, men tað var sum kunnugt meldað í gjárkvøldið.

Løgreglan hevur upptøkur frá vakmyndatóli at ganga eftir, sum m.a. vísa ein bil og nøkur fólk, sum løgreglan kennir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder