Innanlands

Innbrot í Havn

Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um innbrot í einum vinnubygningi í høvuðsstaðnum, men einki varð stolið – Eisini fór ein bilur útav í Suðuroynni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-28 12:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt, upplýsti løgreglan fyrrapartin.

Veðrið hevur ikki forðað fólki í at fara í býin, men tey hava skikkað sær væl. Løgreglan hevur eisini kannað ferðsluna ymsastaðni, fyri at vita, um bilførarar vóru edrúir, og tað vóru teir.

Í gjár varð tó boðað frá innbroti í einum vinnubygningi í Havn. Boðað varð, frá, at onkur hevði verið inni í oljufýrrúminum. Har var okkurt brotið men einki stolið.

– Hendan fráboðanin líkist øðrum, sum vit hava fingið seinastu tíðina. Illgruni er um, at onkur hevur leitað sær innivist, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í gjár varð eisini boðað frá einum ferðsluóhappi í Líðini á Tvøroyri, har ein bilur hevði tikið í ein lyktapela og var farin út av vegnum.

Førarin, sum var einsamallur í bilinum, greiddi frá, at hann hevði verið óansin eina løtu, og var tað orsøkin til óhappið. Førarin var ikki ávirkaður av rúsdrekka, og fekk hann heldur ikki nakran skaða. Hvussu stórur materielli skaðin var, veit vaktleiðarin ikki at siga.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder