Innanlands

Innbrot í Havn í nátt

Ein persónur varð í nátt handtikin fyri at bróta inn í ein handil í Havn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-13 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur í nátt handtikið ein persón í sambandi við eitt innbrot í einum handli í Havn.

Tað var nakað eftir klokkan eitt, at tey á Ansni boðaðu frá, at tey hildu seg síggja onkran inni í handlinum. Løgreglan fór á staðið, elti slóðina og kom fram á ein persón ein góðan hálvan tíma seinni. Viðkomandi varð handtikin beint áðrenn klokkan tvey, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan fer at gera fleiri kanningar í dag. Vakmyndatól er í handlinum, og løgreglan fer at hyggja eftir upptøkum.

Okkurt varð stolið úr handlinum, men tað varð funnið aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder