Innanlands

Innbrot í Havnar kirkju

Onkur hevur verið inni og tømt kirkjubússurnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-18 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár varð boðað frá, at innbrot hevði verið í Havnar kirkju. Tað visti Útvarpið at siga á middegi.

Viðkomandi, sum hevði brotið inn, hevði tømt bússurnar í kirkjuni.

Løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, um tey halda seg hava sæð okkurt, sum kann hava samband við málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder