Innanlands

Innbrot í hjalli í Havn

Tjóvurin hevði brotið lásið upp og tikið øl, cider og RedBull – Hetta er ikki eitt heilt óvanligt mál, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-21 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnumorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í ein hjall mitt í høvuðsstaðnum. Viðkomandi hevði stolið øl, cider og RedBull.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tey fáa nakrar fráboðanir um árið um, at innbrot hevur verið í einum hjalli, og í flestu førum er tað rúsdrekka, sum tjóvarnir fara eftir. Tað kemur tó eisini fyri, at okkurt kjøt verður stolið.

Summi lata hjallin verða ólæstan, men í hesum førinum var hjallurin læstur, og tjóvurin hevði brotið lásið upp.

Enn veit løgreglan ikki, hvør tjóvurin er, men arbeitt verður við málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder