
Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um stuldur. Talan var um onkran, sum hevði stolið rúsdrekka úr einum hjalli í Havn.
Av politistøðini verður sagt, at tey fáa slíkar fráboðanir av og á, m.a. tí summi lata hjallin vera ólæstan. Sum oftast er tað rúsdrekka ella føroyskt kjøt, sum verður stolið.
Løgreglan fekk eisini eina aðra fráboðan um somu tíð um, at onkur hevði gjørt hervek á ein bil, sum stóð parkeraður á Vaglinum í Havn.
Onkur hevði skrivað okkurt í lakkið og brotið ein lista.
Bæði innbrotið og herverkið er helst framt leygarnáttina, og enn er eingin skuldsettur í nøkrum av málinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald