Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at innbrot hevði verið í KFUK.
Ein rútur í hurðini var brotin, og eisini sást, at onkur hevði rótað runt í tingunum inni í hølunum, skrivar in.fo.
Tað er tó ikki greitt, nær innbrotið er framt, av tí at tað eru nakrir dagar síðan, at fólk seinast vóru í hølunum.
Tað er heldur ikki greitt, hvat brotsmaðurin hevur tikið við sær, tí at løgreglan fyrst vildi sleppa framat at kanna staðið, áðrenn onnur fólk fóru at flyta runt á tingini.
Løgreglan fekk eisini eina fráboðan í nátt um, at onkur hevði framt herverk á eini hús í býnum. Her var talan um eitt petti av einari takrennu, sum varð brotið av húsinum, og onkur hevði eisini sæð nøkur ung fólk ganga við einari takrennu.
Tá løgreglan kom á staðið, bar til at staðfesta, at ymisk onnur petti eisini lógu í økinum, men av tí at tað var so myrkt, bar ikki til at siga, um talan var um somu takrennu, ella um herverk varð framt á fleiri hús. Løgreglan fer at gera fleiri kanningar í málinum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald