Innanlands

Innbrot í Listasavninum í nátt

Enn er ógreitt um nakað er stolið – partur av plantasjuni er avlæstur meðan løgreglan kannar málið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-01-12 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í nátt hava óbodnir gestir verið inni í Listasavninum í Gundadali í Havn.

Í løtuni er ógreitt um nakað er stolið. Løgreglan er á staðnum og ger kanningar. Í hesum sambandi verður heitt á fólk, um at halda seg burtur frá tí partinum av plantasjuni, sum liggur nærmast Listaskálan fyri ikki at oyðileggja møgulig spor. Hesin parturin er eisini stongdur av, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.

Tað var klokkan 01.43 í nátt, at alarmurin á Listasavninum fór í gongd, og løgreglan fór á staðið. Har kundi staðfestast, at onkur hevði verið inni, men enn er óvist um nakað er stolið, upplýsir vaktleiðarin.

Yvirhøvur er hann sera sparin við at upplýsa meira um málið, tí tað er so nýtt, og kanningararbeiði er júst farið í gongd. Tí vil hann heldur ikki upplýsa hvussu óbodni gesturin ella gestirnir eru komnir inn.

Men hann sigur tó so mikið sum, at “ómiddulbart er onki, sum bendir á, at nakað er stolið”.

Um fólk er, sum hava sæð okkurt illgrunasamt í økinum ella í plantasjuni um tveytíðina í nátt, so er løgreglan áhuga í at frætta.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder