Uttanlands

Innbrot í neyðhjálpargoymslum í Gaza

Munandi meira neyðhjálp sleppur inn í Gaza í komandi viku, lovar Ísrael

Sjálvboðin hjá Reyða Hálvmána í Dubai fyrireika pakkar við neyðhjálp, sum skal sendast til Gaza (Mynd: EPA)

Sjálvboðin hjá Reyða Hálvmána í Dubai fyrireika pakkar við neyðhjálp, sum skal sendast til Gaza (Mynd: EPA)

2023-10-29 14:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Túsundatals íbúgvar í Gaza hava brotið inn í goymslur hjá ST-hjálparfelagsskapinum UNRWA.

Sambært felagsskapinum hava fólk m.a. stolið mjøl og aðra grundleggjandi neyðhjálp.

ST og fleiri hjálparfelagsskapir hava ávarað um, at Gazageirin skjótt fer at mangla mat, vatn og streym, og at hetta fer at raka sivilfólk hart.

Ísrael boðar í dag frá, sambært Ritzau, at munandi meira neyðhjálp verður veitt í komandi viku.

Síðan ísraelsku álopini á Gaza byrjaðu, hevur veitingin av neyðhjálp verið sera avmarkað. Álopini hjá Ísrael vóru aftursvar til álopið hjá Hamas 7. oktober, har yvir 1.400 fólk í Ísrael lótu lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder