Innanlands

Innbrot í OY

Løgreglan er í gongd við at kanna málið og fær ikki sagt so nógv meira um tað

Tíðliga týsdagin kom fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í sølubúðina hjá  bryggjarínum OY á Hálsi (Savsmynd: Sverri Egholm)

Tíðliga týsdagin kom fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í sølubúðina hjá  bryggjarínum OY á Hálsi (Savsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-26 08:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga gjár kom fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í sølubúðina hjá  bryggjarínum OY á Hálsi.

FM1 skrivaði stutt um hetta málið fyrrapartin í gjár, men talan er ikki um eitt mál, sum løgreglan fær sagt serliga nógv um í løtuni.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttar í morgin. at innbrot hevur verið í OY, og at "motivið" sær út til at hava at ríka seg á einhvønn hátt.

Hann vil tó ikki siga nakað um, hvussu nógv er tikið, og um tað bæði er rúsdrekka og peningur.  

Kanningararbeiði er í gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder