Innanlands

Innbrot FK-handli í nátt

Tveir mans brutu inn og stjólu pengar, men løgreglan fekk skjótt fatur á bæði monnunum og pengunum

Mynd: Jens Kr. Vang)

Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-14 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur innbrot verið í einum handli í Runavík.

Løgreglan upplýsir fyri Kringvarpinum, at tveir mans brutu ein rút og fóru av stað við pengunum í handlinum.

Onkur varnaðist menninar og meldaði málið til løgregluna, sum var skjót á staðnum og fekk fatur á bæði innbrotsmonnunum og pengunum.

Talan er, sum skilst, um FK í Saltangará.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder