2023-12-28 08:15
Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at tjóvar høvdu verið á vitjan í einum ólæstum úthúsi í Havn.
Aftur hesaferð var tað øl, sider og eitt sindur av brennivíni, sum tjóvarnir vórðu farnir eftir.
Ongin skaði er gjørdur í sambandi við tjóvaríið – úthúsið var ólæst.
Málið verður kannað víðari í dag. Løgreglan hevur ongi ítøkilig mál at ganga eftir, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald