Løgreglan hevur í gjár kannað tveir tilburðir, sum eru hendir høgtíðsdagarnar, og mest eru at meta sum herverk.
Í øðrum føri er helst talan um innbrot, tí onkuntíð millum jólaaftan og 3. januar hevur verið brotið inn á eina privata skrivstovu í miðbýnum í Havn. Atgongd er komin til skrivstovuna við at bróta ein rút og síðan tveir hurðar inni í bygninginum.
Men onki er stolið á skrivstovuni. Løgreglan hevur tí illgruna um, at tað møguliga er talan um ein persón, ið hevur leitað sær innivist fyri náttina ella lívd móti kuldanum. Men hetta er tó ikki staðfest við vissu.
Í einum øðrum føri er herverk gjørt á tveir bilar hjá sama eigara uttan fyri bústaðin í Havn. Herverkið er framt í tíðarskeiðinum frá 26. desember til 3. januar við tað at tvey dekk eru punkterað við at sjóta ein bolt av onkrum slagi gjøgnum hjólið, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Fullur maður órógvaði og falskur alarmur
Ein maður varð um midnáttarleitið handtikin í Havn, eftir at tað varð boðað frá, at maðurin gekk runt og rópti í einum grannalagi.
Løgreglufólkini, sum fóru á staðið, kundu skjótt staðfesta, at maðurin var drukkin og ikki við fult vit, og hann varð tí tikin við á støðiniafyri at sova rúsin av sær í klivanum.
Um hálvgun ellivu tíðina í gjárkvøldið varð sløkkiliðið í Havn sent út til eldsbruna eftir at ein alarmur í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum fór ígongd. Men tað vísti seg at vera falskur alarmur orsaka av tekniskum breki, upplýsir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald