2025-02-27 07:55

Løgreglan fekk í gjár fatur á ein mann, sum er skuldsettur fyri innbrotið í bryggjaríið OY á Hálsi í Havn týsnáttina.
Málið er ikki liðugt kannað enn. Maðurin hevur ikki játtað seg sekan, men hevur heldur ikki noktað, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini. Løgreglan skal gera nakrar kanningar og samrøður afturat áðrenn málið verður latið ákæruvaldinum.
Vaktleiðarin hevur enn ikki møguleika at upplýsa nærri hvat varð stolið undir innbrotinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald