Innanlands

Innflutningsvirðið fýra prosent minni

Støtstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og "tilfar til aðra framleiðslu"

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-01-19 12:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Innflutningurin fyri fyrstu ellivu mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 10,9 milliardir krónur. Hetta er fýra prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og tilfar "til aðra framleiðslu", sigur Hagstovan.

Oljuprísurin er lægri nú enn fyri einum ári síðani, hóast prísurin á gassolju er eitt vet hægri nú enn í summar. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.655,2 milliónir krónur fyrstu ellivu mánaðirnar av 2023. Hetta er 463,6 milliónir krónur, ella 21,9 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur fiskur og ídnaðarfiskur). Har er innflutt fyri 174,5 milliónir krónur meira, sum er 26,2 prosent vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 140,2 milliónir krónur, ella 17,9 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder