Innanlands

Innflutningurin 8,3 milliardir seinasta árið

Innflutningurin í tíðarskeiðnum juni 2020 til mai 2021 var áleið tað sama sum undanfarna 12-mánaðarskeið, sambært Hagstovuni

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-18 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum juni 2020 til mai 2021 var føroyski innflutningurin 8,3 mia. krónur, sum er áleið tað sama sum undanfarna 12-mánaðarskeið, ella ein vøkstur á eitt prosent.

Um hugt verður at innflutninginum uttan skip og flogfør, hava vit í áðurnevnda tíðarskeiðnum innflutt fyri góðar 370 mió. krónur meira samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið, skrivar Hagstovan.

Størsti vøksturin var í nýtslubólkinum "til beinleiðis nýtslu". Har er vøksturin 240 mió. krónur ella 14 prosent samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið.

Innflutningurin av skipum og flogførum minkaði 447 mió. krónur ella 66 prosent. Um skip og flogfør ikki verða tald við, var størsta minkingin í bólkinum "brennievni o.t.". Har var minkingin 8,6 prosent ella 94,3 mió. krónur.

Sí meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder