Innanlands

Innflutningurin á sama støði sum í 2022

Fyrstu seks mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,9 milliardir krónur

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2023-08-18 11:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hagstovan: Innflutningurin fyri fyrra hálvár 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,9 milliardir krónur. Hetta er á sama støði sum fyrra hálvár 2022. 

Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 891,9 milliónir krónur fyrru helvt av 2023. Hetta eru 169,3 milliónir krónur, ella 16 prosent, lægri enn fyrra hálvár 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 192 milliónir krónur meira, sum er 52 prosent vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 108,5 milliónir krónur, ella 32,7 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder