
Hagstovan hevur á heimasíðu sínari gjørt upp innflutningin og útflutningin til og við september - í báðum førum er greitt, at Føroyar hava sett met ella eru við at seta met.
Innflutingurin hevur sett met við 6,5 milliardum samanlagt. Vøksturin er á næstan níggju prosent, í mun til í fjør. Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 207 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 38 prosent.
Samlaði útflutningurin var 6,8 milliardir krónur fyrstu 9 mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 6,4 milliardir. Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð útflutt fyri 6,7 milliardir fyrstu 9 mánaðirnar. Sostatt sær út til at 2021 verður eitt metár.
Laksaútflutningurin er vaksin 22 prosent og var 3 milliard krónur fyrstu 9 mánaðirnar - útflutt er esiini fyri sjey prosent fleiri í fiskavørum, upplýsir Hagstova Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald