Fyrstu tíggju mánaðirnar av 2023 innfluttu føroyingar fyri 10,1 milliard krónur, ið er fýra prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022.
Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og bólkinum "maskinur og onnur útgerð", skrivar Hagstovan.
Oljuprísurin er lægri nú enn fyri einum ári síðani, hóast prísurin á gassolju er eitt vet hægri nú enn í summar. Innflutningsvirðið av brennievni var 1,6 milliardir krónur fyrstu tíggju mánaðirnar av 2023. Hetta er 461,8 milliónir krónur, ella 22,5 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.
Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" - fyri tað mesta feskur fiskur og ídnaðarfiskur. Har er innflutt fyri 150,5 milliónir krónur meira, sum er 23,9 prosent vøkstur.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin – fyri tað mesta alifóður. Innflutningsvirðið er vaksið 159,3 milliónir krónur, ella 23,3 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald