
Frá februar 2024 til januar 2025 innfluttu føroyingar fyri 10,1 milliard krónur. Tað er 1,1 milliard krónur - ella 10,1 prosent - minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum.
Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 203 milliónir krónur, og innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 616 milliónum krónum ella 20 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.
Vit innfluttu nærum 300.000 tons av oljuúrdráatum og nærum 400.000 tons av sandi og gróti. Innflutningurin av sandi og gróti er vaksin við góðum 72.000 tonsum - ella góð 22 prosent. Hinvegin hava vit innflutt nærum 34.000 tons minni av fiski til virkingar, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald