Í tíðarskeiðnum juni 2025 til mai 2026 innfluttu føroyingar fyri knapapr 11,7 milliardir krónur. Tað er 1,1 milliard - ella 9,9 prosent - meira enn undanfarna árið, skrivar Hagstovan.
Innflutningsvirðið á nærum øllum vørubólkum er vaksin seinasta árið.
Innflutningur av matvørum er vaksin næstan 281 milliónir krónur – ella 11,8 prosent – í mun til seinasta uppgerðarár, meðan innflutningsvirðið av brennievni og øðrum oljuúrdráttum vaks 35 milliónir krónur – ella 2,3 prosent.
Innflutta nøgdin av brennievni er tó minkað við góðum 17 túsund tonsum. Virðið fyri hvørt innflutt kilo í mai 2026 var 8,00 krónur kilo. Til samanberingar var virðið 4,20 krónur kilo í februar 2026, skrivar Hagstovan.
Innflutningurin úr ES er seinasta árið vaksin góðar 265 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av oljuúrdráttum vaksin við góðum 108 milliónum krónum og innflutningurin av akførum er vaksin við góðum 129 milliónum krónum.
Innflutningurin úr Evropa annars er vaksin við góðum 132 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta djórarunnin olja og serligar maskinur til ídnaðarbrúk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald