2024-05-01 08:20
Tað eru ymiskar uppgávur, sum løgreglufólk verða send út at taka sær av.
Í gjárkvøldið um 22-tíðina var ein maður í Havn farin ein túr á lítla rúmið í húsinum at hjálpa sær sjálvum, men ólukkutíð fyri hann, fór hurðin í baklás.
Eftir at maðurin og hini í húsinum høvdu gjørt tað tey kundu í royndini at fáa hurðina uppaftur, varð ringt á politistøðina at biðja um hjálp.
Løgreglufólk fóru á staðið, men heldur ikki tey fingu lásið uppaftur, og í samráð við mannin innanfyri varð avrátt at bróta hurðina upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald