Innanlands

Innkomuvegurin hart tiltrongdur

- Hetta merkir, at vit nú kunnu fara í gongd við arbeiðið við fullum seglum. Tað er hart tiltrongt og vegagerðin fer at gagna øllum føroyingum og samstundis framtíðartryggja ferðsluni í og úr Sandoynni og seinni Suðuroynni, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

2021-10-28 16:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað er gleðiligt, at innkomuvegurin endiliga er samtyktur við 3. viðgerð við 30 atkvøðum fyri og ongari blankari.

- Hetta merkir, at vit nú kunnu fara í gongd við arbeiðið við fullum seglum. Tað er hart tiltrongt og vegagerðin fer at gagna øllum føroyingum og samstundis framtíðartryggja ferðsluni í og úr Sandoynni og seinni Suðuroynni, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Løgtingsamtyktin heimilar landsstýrismanninum at veita fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn.

Løgtingslógin fevnir um vegastrekkið frá rundkoyringini oman fyri Sandvíkarhjalla til Klingruna, frá Klingruni til Villingardalsvegin, frá Villingardalsvegnum umvegis ein tunnil til Hotel Føroyar og frá Hotel Føroyum til Marknagilsvegin.

Fíggjarligi stuðulin til verkætlanina kann í mesta lagi vera 110 mió. kr og stuðulin verður veittur yvir 5 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder