
Tað er í kvøld klokkan 19, at stóra innsavningartiltakið hjá Kris og Sinnisbata verður sent beinleiðis í sjónvarpinum.
Til ber at stuðla við at ringja og smsa, og tí heita televeitararnir Føroya Tele og Nema fólk um at fylla sær pening á sítt hald áðrenn tey ætla at stuðla.
Soleiðis setur tú pening á títt Ver hald
1. Fyll pening á www.ver.fo/pages/topup
2. Skriva títt fartelefonnummar tvær ferðir ovast
3. Set flugubein í upphæddina, tú skalt fylla á, undir “Set pening á Ver-kontuna”
4. Trýst á “Til gjaldingar” niðast á síðuni, tá ið tú hevur valt upphæddina
5. Keyp við at útfylla upplýsingarnar á tínum gjaldkorti
Soleiðis setur tú pening á tína Nema saldo
1. Innrita á https://mitt.nema.fo
2. Trýst á prikkarnar á hald yvirlitinum
3. Trýst á Áfylling
4. Vel upphædd
Tað er bert gjaldarin av haldinum, ið hevur rættindi fylla pening á.
Hevur tú Vinnuhald ella annað hald frá Nema, so er ikki neyðugt at fylla pening á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald