Innanlands

Innsavningin gav slakar 4,7 milliónir

Í sambandi við stuðulssendingini hjá Bláa Krossi komu 1,69 milliónir inn frá einkultpersónum, meðan fyritøkur, feløg og onnur lótu beint undir tríggjar milliónir

(Mynd: Blái Krossur)

(Mynd: Blái Krossur)

2022-10-02 09:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið var stóra stuðulssendingin hjá Bláa Krossi Føroya send beinleiðis í Kringvarpi Føroya, og inn komu slakar 4,7 milliónir krónur.

Heilt nágreiniliga var talan um 4.692.683,90 krónur, og eru tey í Bláa Krossi sera takksom fyri stuðulin.

Tað komu 1.696.972,90 krónur inn frá einkultpersónum, og 2.995.711,00 krónur frá fyritøkum, feløgum, kommunum og stovnum.

– Vit vilja so inniliga takka øllum føroyingum, ið hava stuðlað okkum til hesa landsinnsavnanina – og sum heild allari vælvild, vit møta. Eisini fer ein hjartans tøkk til tær 250 fyritøkurnar, feløgini, kommunurnar og stovnarnar, ið stuðlaðu landsinnsavnanini. Við at stuðla, hava tit lyft hetta týdningarmikla arbeiðið saman við okkum. Hjartans tøkk skulu tit hava, skrivar Blái Krossur í tíðindaskrivi.

Eitt yvirlit yvir, hvørjar fyritøkur stuðlaðu innsavniningini sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder