Innanlands

Innsavningin hjá IRF forskotin ein dag

Hetta er galdandi fyri flestu støðini nú í vikuni eftir páskir - tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag hesa vikuna

- Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag (Mynd: IRF)

- Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag (Mynd: IRF)

2022-04-19 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Páskirnar eru júst av, og tað at 2. Páskadagur var í gjár - mánadagin 18.04 - ger, at broytingar eru í rusinnsavningini hjá IRF.

- Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag.

Hetta skrivar IRF á heimasíðu sínari í dag, har lagt verður afturat, at teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, tó  eisini verða heintaðir hósdagin 21.04 og ikki fríggjadagin.

Nøkur undantøk eru eisini hesa vikuna. 

Eitt er, at húsarhaldsposarnir í Syðrugøtu verða heintaðir mikudagin, 20. apríl, sum vanligt er.

Húsarhaldsposarnir í Fuglafirði og á Kambsdali, sum vanliga verða heintaðir týsdag, verða hesa vikuna heintaðir hósdagin, 21. apríl.

Á Sandoynni verður innsavningin skipað sum vanligt og ikki forskotin ein dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder