Uttanlands

Innsetanin hjá Trump verður innandura

Vegna kulda verður Trump tikin í eið inni í Kongressbygninginum mánadagin – Seinast innsetanin av einum amerikonskum forseta varð flutt innandura var í 1985

Soleiðis sá út 20. januar 2017, tá Donald Trump varð tikin í eið sum forseti fyri fyrstu ferð (Mynd: EPA)

Soleiðis sá út 20. januar 2017, tá Donald Trump varð tikin í eið sum forseti fyri fyrstu ferð (Mynd: EPA)

2025-01-18 13:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin 20. januar verður Donald Trump tikin í eið sum 47. forsetin í USA. Vanligt er, at innsetanin av einum amerikonskum forseta verður hildin uttandura í Washington D.C., men orsakað av kulda verður hátíðarhaldið flutt innandura, boðar Trump frá á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

Trump verður tikin í eið í Capitol Rotunda í Kongressbygninginum á Capitol Hill. Sambært Reuters verður tað fyrstu ferð í 40 ár, at innsetanin av einum amerikonskum forseta verður flutt innandura. Seinast var í 1985, tá Ronald Reagan varð tikin í eið fyri aðru ferð. Tað var eisini í Capitol Rotunda.

20. januar 1985 var kuldi niður í 23 til 29 kuldastig, og sambært veðurforsagnum verður kuldi niður í sjey kuldastig mánadagin, og tí verður mett, at tað er tryggast at hava tiltakið innandura.

– Eg ynski ikki at síggja fólk koma til skaða á nakran hátt, skrivar Donald Trump, sum samstundis heitir á fólk, sum ætla sær at luttaka, um at lata seg í heit klæðir.

Trump skrivar, sambært Ritzau, at hátíðarhaldið mánadagin verður "ein vøkur uppliving", serliga hjá sjónvarpshyggjarum.

– Øll verða trygg, øll verða glað, og saman fara vit at gera USA stórfingið aftur, leggur hann afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder