2019-02-01 07:09
Eiðis prestagjald skal hava nýggjan prest eftir Emil Olsen, sum nú leggur frá sær eftir nógv ár í embætinum.
Bispur boðar á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni frá, at kirkjuráðini í prestagjaldinum á felags fundi í gjár innstillaðu Jonhard Jógvansson til embætið. Jonhard Jógvansson er ættaður úr Saltangará, er fyrst í fjørutiárunum og nýliga útbúgvin prestur. Hann hevur síðan hann varð útlærdur røkt eitt starv sum vikarur í Helsingør stift í Danmark.
Lesið grein á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni um Jonhard Jógvansson her
Presturin, sum verður settur sum sóknarprestur á Eiði skal ætlandi taka við embætinum 1. juli í ár. Tað er landsstýrismaður í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald