Innanlands

Inntøkan hjá bankunum av negativum rentum var góðar 75 mió. kr. í 2021

Føroysku peningastovnarnir rinda í løtuni 0,6% í rentu fyri at hava pening standandi á bók hjá Nationalbankanum. Tí krevja føroysku peningastovnarnir eisini í løtuni negativa rentu fyri innlán frá sínum kundum. Í 2021 var inntøkan av negativum rentum tilsamans 75,2 mió. kr

2022-04-29 13:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsbankin: Renturnar, sum bankarnir bjóða kundum sínum, fylgja vanliga rentuni hjá Nationalbankanum, meðan rentan hjá Nationalbankanum fylgir tí hjá Evropeiska miðbankanum.

Innlán, sum ein peningastovnur ikki fær lænt út ella sett í virðisbrøv og líknandi, verða flutt á konto í Nationalbankanum, og í løtuni skulu peningastovnarnir rinda 0,6% fyri tað (foliorentan er -0,6%).

Í løtuni krevja føroysku peningastovnarnir negativa rentu fyri innlán, ið fara upp um eina ávísa upphædd.

Talvan niðanfyri vísir inntøkurnar av negativu rentunum hjá føroysku peningastovnunum í 2020 og 2021.

Í 2021 hava húsarhaldini og vinnan rindað áleið somu upphædd í negativum rentum. Innlánini hjá húsarhaldinum vóru í miðal 11,7 mia. kr. og hjá vinnuni 4,3 mia. kr. í 2021.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder