Innanlands

Inntøkubýtið í Føroyum skal kannast

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samtak standa fyrei verkætlanini um inntøkubýtið í árunum 2009-2021 – Endamálið við verkætlanini er at gera eina yvirskipaða lýsing av sosialhagtølunum sum eru tøk í almenna hagtalsgrunninum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-12-04 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Granskingarráðið hevur játtað 300.000 krónur í stuðli til eina kanningarverkætlan um inntøkubýtið í Føroyum árini 2009-2021. Hetta er triðja játtanin frá stuðulsskipanini til arbeiðsmarknaðarátøk, skrivar Granskingarráðið.

Tað er Føroya Arbeiðarafelag, sum stendur fyri verkætlanini saman við Samtaki. Jón Joensen er verkætlanarleiðari og skal gera kanningina.

– Endamálið við verkætlanini er at gera eina yvirskipaða lýsing av sosialhagtølunum sum eru tøk í almenna hagtalsgrunninum. Lýsingin fevnir um bæði býti av brutto-, nettoinntøku og skatti roknað uppá einstaklingar umframt býti í sosialum høpi roknað uppá húskir. Umframt lýsing av hagtølunum verða gjørdar yvirskipaðar greiningar av býtinum millum kyn, aldur og øki, umframt kombinatiónir av hesum.

– Verkætlanin verður framd, tí at mett verður at nevndu býti er ein so avgerandi táttur í hvussu partarnir á arbeiðsmarknaðinum leggja til rættis, egna vegna fyrst og fremst, uttan atlit til heildina. Ein treyt fyri at kunna stýra uttanum snávingarsteinar, og at fremja ein vælvirkandi arbeiðsmarknað er, at veruliga støðan verður lýst og greina so støða kann takast á haldgóðum upplýstum grundarlagi, verður sagt um verkætlanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder