Innanlands

Integratiónsnevnd í Eysturkommunu havt sín fyrsta fund

Borgarstjórin, forkvinnan í Umhvørvis – og trivnaðarnevndini og trý borgaraumboð eru í nevndini, ið hevur til endamáls, at tey. sum flyta til Eysturkommunu úr fremmandum londum, skulu hava betri møguleika at fáa sær vitan um lokal – og  landsviðurskifti

Integratiónsnevndin hevði sín fyrsta fund í síðstu viku, mikudagin 8. juni. Talan var um ein innleiðandi fund, har ymisk evni og viðurskifti viðvíkjandi integratión vóru umrødd, og møguligar ætlanir og væntanir til eina slíka nevnd vóru avstemmað (Mynd: Eysturkommuna)

Integratiónsnevndin hevði sín fyrsta fund í síðstu viku, mikudagin 8. juni. Talan var um ein innleiðandi fund, har ymisk evni og viðurskifti viðvíkjandi integratión vóru umrødd, og møguligar ætlanir og væntanir til eina slíka nevnd vóru avstemmað (Mynd: Eysturkommuna)

2022-06-14 20:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á býráðsfundi í mars varð samtykt at seta á stovn eina integratiónsnevnd í Eysturkommunu.

Hendan nevndin er mannað við fimm limum: Borgarstjóranum, einum limi úr Umhvørvis – og trivnaðarnevndini og trimum borgarum. Kommunan hevur skrivara til taks. Talan er um Per Martin Gregersen, borgarstjóra, Marjun Andreasardóttir, forkvinnu í Umhvørvis – og trivnaðarnevndini og Jamie Currie, Tórhild Bjarkhamar og Ved Nagurset, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari.

Integratiónsnevndin hevði sín fyrsta fund í síðstu viku, mikudagin 8. juni. Talan var um ein innleiðandi fund, har ymisk evni og viðurskifti viðvíkjandi integratión vóru umrødd, og møguligar ætlanir og væntanir til eina slíka nevnd vóru avstemmað.

- Endamálið við eini integratiónsnevnd er at stuðla undir at tey, ið flyta til Eysturkommunu úr fremmandum londum, skulu hava betri møguleika at fáa sær vitan um lokal – og  landsviðurskifti og eisini at skipa fyri onkrum tiltaki í hesum sambandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder